Seinasti V4-dráttur um eina løtu



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

06.10.2017 - 08:07

Mentan > Vinna & Tøkni > Miðlar

Klokkan umleið 9.55 í morgun verður trumlan við teimum hundrað litføgru kúlunum, sum í næstan fimmti ár hevur órógvað føroyska útvarpslurtaran, fyrst leygarkvøld beint eftir nátturða og seinastu árini fríggjamorgun, snarað fyri seinastu ferð.

Tað var nýsetti kringvarpsstjórin, Johnny í Grótinum, sum sama dag hann var byrjaður í starvinum, boðaði frá, at kringvarpið nú gevst við V4-dráttinum. Avgerðin varð tó tikin áðrenn hann settist í stjórastólin.

Orsøkin er, at V4 hevur givið undirskot seinastu tíðina. Happadrátturin byrjaði annars í 1969 fyri at skaffa Útvarp Føroya pengar. Peningurin, ið kom inn frá V4 dráttinum var m.a. brúktur til at fíggja nýggja útvarpshúsið í Sortudíki.

Tað, ið sermerkti V4-sendingarnar í byrjanini var undirhaldið og skemtið, ið varð framført í sendingunum, ið vórðu sendar kring um landið.

Í sambandi við, at V4 verður trekt fyri seinastu ferð, fer útvarpið at senda klipp frá gomlum V4 sendingum og annars minnast V4 í tíðarskeiðinum millum klokkan 9 og 11 í morgun.

Á leinkjuni her greiðir Johnny í Grótinum frá avgerðini um at gevast við V4-spælinum.