Jupiter keypti 1.020 tons á opnari uppboðssølu fyri 13 oyru kilo í dag (Savnsmynd)

Seinastu kvoturnar seldar á uppboðssølu

Ingi Samuelsen

19.09.2016 - 16:47

Tíðindi > Vinna & Tøkni > Fiskivinna

Landskassin fekk 643.200 krónur fyri tey seinastu 500 tonsini av svartkjafti, sum var eftir at selja.

Talan er um tey tonsini, sum ongin keypari var til á opnari uppboðssølu í síðstu viku. Í dag varð minstiprísur av landsstýrismanninum við fiskivinnumálum sett til 12 oyru fyri kilo, og tonsini fóru fyri nakað undir 13 oyru í meðal.

Seks boðsgevarar vóru á uppboðssøluni, og teir fingu allir part.

Hesi skip keyptu fyri 13 oyru kilo:
Jupiter 1.020 tons
Christian í Grótinum 1.020 tons
Norðingur 920 tons
Fargaberg 680 tons

Hesi keyptu fyri 12 oyru kilo:
Tummas T 1.020 tons
Tróndur í Gøtu 340 tons