Allan Dalsgarð og Beinta Chlotier í leikinum

Seinastu tvær eykasýningarnar



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

09.03.2018 - 08:04

Mentan > List > Leiklist

Leikurin Soli Deo Gloria hevur fingið sera góða móttøku á Tjóðpallinum. Nú verður punktum sett fyri sýningunum. Tað hendir við teimum seinastu eykasýningunum, sum verða í morgin og sunnukvøldið.

Pláss skal gerast til næstu verkætlan á Tjóðpallinum, sum hevur frumsýning 24. mars.

Soli deo Gloria er seinasti leikurin, sum danski dramatikarin, Peter Asmussen, skrivaði áðrenn hann doyði í 2016. Leikarar eru Hans Tórgarð, Beinta Clothier, Gunnvá Zachariassen og Allan Dalsgarð. Sakaris hevur gjørt upprunatónleik til verkið.