Savnsmynd (Mynd: Bjartur Vest)

Seinastu umvælingarnar seinka Smyrli ein tíma

Sverri Egholm

24.02.2018 - 20:10

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Samferðsla

Vegna seinastu umvælingarnar á høvuðsmotor hjá Smyrli verður fráferðin úr Havn í kvøld klokkan 21 flutt til klokkan 22.

Hesum boðar Strandferðslan frá.

Seinastu vikurnar hevur Smyril havt trupulleikar við motorunum, og hetta hevur elvt til nógvar avlýsingar og seinkingar. Fyribils ferðaætlan er eisini gjørd, og fyribils verður siglt eftir henni.

Í øllum førum er fráferðin úr Havn í kvøld flutt ein tíma.