Arsene Wenger og Arsenal eru nær við at náa hálvfinalunum í Europa League. Í kvøld skal Arsenal gera arbeiði liðugt í Moskva


(Mynd: EPA)

Seinnu kvartfinalurnar í kvøld

Agnar Frederiksen

12.04.2018 - 16:56

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Í kvøld skulu tey fýra liðini, ið skulu dystast um finaluplássini í Evropa League finnast.

Sum væntað so sigraðu øll heimaliðini í fyrru uppgerðunum:

Arsenal - CSKA Moskva 4-1
Atletico Madrid - Sporting Lissabon 2-0
Lazio - Salzburg 4-2
RB Leipzig - Marseille 1-0

Arsenal og Atletico Madrid eru størstu favorittarnir at vinna kappingina, og eru í løtuni á veg at koma í hálvfinalunar. Men sum vit hava sæð seinastu dystirnar, so merkir ein trygg leiðsla frá fyrra dystinum ikki, at tað veðrur lætt í seinna dystinum.

Lazio hevur eitt fínt útgangsstøði undan dystinum í Eysturríki í kvøld, og vil gera eins og nábúgvarnir, AS Roma, og spæla seg í eina evropeiska hálvfinalu. Tað er serliga i uppgerðini millum RB Leipzig og Marseille, at tað er spenningur undan dystinum í kvøld, hóast Marseille ikki fekk nakað útivallarmál í fyrra dystinum.

Allir dystirnir í kvøld bryja klokkan 20.05:

CSKA Moskva - Arsenal
Sporting Lissabon - Atletico Madrid
Salzburg - Lazio
Marseille - RB Leipzig