Mynd: EPA

Seinru fjórðingsfinalurnar í Europa League á skránni í kvøld

Redaktion

20.04.2017 - 14:52

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Tað er í kvøld kl. 20.05, at tær seinru fjórðingsfinalurnar í ársins útgávu av Europa League eru á skránni

Á Old Trafford tekur Manchester United ímóti belgiska Anderlecht, eftir at fyrri dysturin ímillum liðini bæði í Bruxelles fyri einari viku síðan endaði við javnleiki 1-1.

Harvið er tað United, ið, sum nú er, hevur annað beinið í hálvfinaluni, men eftir at hava spælt eina røð av javnleikum á heimavølli higartil í ár kunnu United leikararnir tó minni enn so taka fyri givið, at teir vinna trygt á Anderlecht og leika seg víðari í hálvfinalurnar.

Hinir dystirnir í Europa League í kvøld eru hesir:
Genk-Celta Vigo (2-3)
Schalke 04-Ajax Amsterdam (0-2)
Besiktas-Lyon (1-2)