Signhild D. Joensen vann 400 metra rygg

Seks heiðursmerki í svimjihøllini í kvøld

Ingi Samuelsen

28.06.2017 - 18:38

Ítróttur > Ítróttur > Svimjing

Føroyar fingu trý vøkur gullheiðursmerki í svimjihøllini í Visby í kvøld. Vár Eidesgaard í 400 metra frí, Signhild Joensen í 200 metra rygg og so kvinnurnar í fýra ferðir 100 metrar frí.

Seks heiðursmerki vunnu føroyingar í kvøld.

Úrslitini í svimjihøllini í kvøld

100 metra blandað, menn:
Bronsa: Alvi Hjelm, 58,85
nr. 4: Róland Toftum, 59,35

400 metra frí, kvinnur:
Gull: Vár E. Eidesgaard, 4:20,42
nr. 5: Sára R. Nysted, 4:33,78

200 metra rygg, menn:
Silvur: Alvi Hjelm, 2:06,16

100 m bringa, kvinnur:
(Ásbjørg Hjelm byrjaði ikki)

50 metra firvald, menn:
nr. 5: Róland Toftum, 25,91

200 metra rygg, kvinnur:
Gull: Signhild D. Joensen, 2:12,46

4x100 metra blandað menn:
Bronsa: Føroyar (Marius I. Gardshodn, Alvi Hjelm, Óli Mortensen, Róland Toftum), 3:52,71

4x100 metra frí kvinnur:
Gull: Føroyar (Vár E. Eidesgaard, Signhild D. Joensen, Sára R. Nysted, Jana B. Thomsen) 3:51,66