(Mynd: EPA)

Seks milliónir iPhone X seldar um vikuskiftið

Sverri Egholm

28.11.2017 - 23:12

Tíðindi > Vinna & Tøkni > Tøkni & vísindi

Alt bendir á, at iPhone X verður væl móttikin, tí hóast Apple ikki hevur kunngjørt nøkur tøl, so metir greinarin Jun Zhang frá Rosenblatt Securities, at Apple kann hava selt 6 milliónir av nýggjastu iPhone hetta vikuskiftið.

Tað skrivar Techcrunch.

Seinasta ársfjórðing seldi Apple 39,3 milliónir iPhone tilsamans av øllum útgávunum. Tað merkir, at Apple vanliga selur umleið 1,75 milliónir iPhone í eitt fýradaga tíðarskeið.

Sostatt var hetta vikuskiftið - Black Friday vikuskiftið - eitt av teimum heilt stóru hjá Apple. KT-risin seldi meira enn 17 iPhone um sekundið í fýra dagar.

Í løtuni verða 3 milliónir iPhone X framleiddar um vikuna, men orsakað av hesum tølunum er hugsandi, at framleiðslan fer upp á 4 milliónir um nakrar vikur.

Rosenblatt metir, at Apple kann selja 30 milliónir iPhone hendan síðsta ársfjórðingin í ár, og 40 milliónir fyrsta ársfjórðing í 2018.

Les eisini: Føroyingar hungra ikki eftir iPhone longur



beint nú