Selfoss: Faroe Ship keypir bingjuskip


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Tíðindaskriv

19.05.2017 - 11:38

Tíðindi > Vinna & Tøkni > Sjóvinna

Faroe Ship hevur keypt bingjuskipið m/v Sophia. Skipið er bygt í 2008 og lastar 698 TEU. Skipið verður skrásett í føroysku skipaskrásetingini FAS undir føroyskum flaggi við heimstaði í Tórshavn og fær navnið ”Selfoss”.

Hetta er fyrsta skipið, ið Faroe Ship, sum hoyrir til Eimskip samtakið, skrásetir í Føroyum. FAS er altjóða kappingarført, og tí velur ein stór fyritøka sum Eimskip at skráseta skip her í Føroyum. Harvið fáa Føroyar inntøkurnar av skipinum so sum skrásetingargjald, árlig umsitingargjøld og aðra avleidda veiting, ið annars høvdu farið til eitt annað flaggland.

Selfoss verður ogn hjá Spf Selfoss Line, sum er dótturfelag hjá Faroe Ship.

Selfoss verður knýtt upp í Reyðu Linjuna, ið siglir millum Ísland, Føroyar og Skandinavia. Manningin er íslendsk. Skipið fer sín fyrsta túr úr Aarhus í dag, 19. mai við innflutningi úr Pólandi og Svøríki, og verður á Havnini mánadagin.

Tíðindaskriv frá Faroe Ship