Konni Kass ger í løtuni um seg bæði heima og úti, fyri tveimum árum síðan vann hon Sement finaluna. Mynd: Sonja Wang Hansen

Sement aftur á skránni



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Redaktion

10.05.2017 - 08:50

Mentan > Mentan > Tónleikur

Leygarkvøldið 20. mai verður árliga tónleikakappingin Sement aftur á skránni – og eins og undanfarin ár er tað Reinsaríið í Havn, sum verður karmur um kappingina.

Sement er ein tónleikakapping, sum Margarinfabrikkin skipar fyri, har bólkar og einstaklingar kappast um at gerast Føroya besti nýggi bólkur.

Fyriskipararnir av kappingini siga í einum tíðindaskrivi hesum viðvíkjandi, at kappingin hesaferð bert er eitt kvøld, og at higartil hava sjey bólkar meldað seg. Enn ber til hjá øðrum at melda seg.

Hvør bólkur fær 15 minuttir á pallinum, og skal bólkurin í minsta lagi framføra tvey egin løg. Allar sjangrur, eru loyvdar.

Sement hevur, sambært fyriskiparunum, tikið táttin upp eftir tónleikakappingini Prix Føroyar. Kappingin letur teir ungu og nýggju bólkarnar fáa møguleikan at standa á palli og framføra egnan tónleik, umframt at teir eisini sleppa at vísa seg fram fyri miðlum, festivalum og øðrum.

Hamferð, Guðrun og Bartal, Sleepless Ghost, Absent Silver King, Lyon & the Colourstorm, Konni Kass & Bluesette hava áður vunnið kappingina.

Vinningurin er tríggjar dagar í Studio Bloch við tøkningi, sum hevur eitt virði á 17.000 kr.