Jan Mortensen, stjóri á lønardeildini í Fíggjarmálaráðnum (Mynd: Sverri Egholm)

Semingsfundurin byrjaður

Ari av Rana

12.01.2018 - 13:32

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Arbeiðsmarknaður

Fyri løtu síðani møttu umboð fyri Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Lønardeildina í Fíggjarmálaráðnum til fund á Hotel Føroyum. Tað er semingsstovnurin, sum hevur boðið til semingsfund.

Millum tey, sum møttu til fundin vórðu Annika Olsen og Brandur Sandoy frá Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, og Jan Mortensen frá lønardeildini í Fíggjarmálaráðnum.

Væntandi verður meiri at frætta seinni seinnapartin.