Terje Sigurðsson, semingsmaður (Mynd: Kvf)

Semingsmaðurin: Eingi útlit fyri semju í løtuni

Sverri Egholm

11.01.2018 - 14:02

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Arbeiðsmarknaður

Ósemjan millum Pedagogfelagið øðrumegin og Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið hinumegin stendur í stað.

Enn hava partarnir ikki flutt so nóg mikið til at útlit eru fyri einum semingsuppskotið. Tað sigur Terje Sigurðsson, semingsmaður við Kringvarpið. Tí eru framvegis ongar ætlanir um at royna at finna semju. Semingsmaðurin hevur samband við partarnar við jøvnum millumbili, men enn er einki nýtt at frætta.

Tað var 12 desember at fyrstu pedagogarnir fóru í verkfall.

Seinnapartin skipar pedagogfelagið fyri mótmælisgongu á Vaglinum. Væntandi møtir nógb fólk upp í kalda, stilla veðrinum.

Enn er støða ikki tikin um onnur fakfeløg fara at seta tiltøk í verk fyri at stuðla pedagogfelagnum. Tað fæst væntandi greiða á tí seint seinnapartin.