Terje Sigurðsson, semingsmaður (Mynd: Sverri Egholm)

Semingsstovnurin vónar at loysn verður funnin

Ari av Rana

12.01.2018 - 13:45

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Arbeiðsmarknaður

Semingsfundur er í løtuni á Hotel Føroyum, har semingsstovnurin, Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og lønardeildin á Fíggjarmálaráðnum luttaka.

Enn er Føroya Pedagogfelag ikki bjóðað til fundin.

- Vit fara fyrst at vita, hvussu langt vit eru komin. Síðani skulu vit taka støðu til, um Føroya Pedagogfelag skal kallast inn til samráðingar, segði Terje Sigurðsson, semingsmaður við Portalin.

At semingsfundur er nú, kundi týtt á, at semingsstovnurin metir, at broytingar eru hendar, sum kunnu slóða fyri einari semju.

- Nei, einki er hent. Verkfallið og -bannið hevur verið ein dag longri og vit vóna, at vit kunnu finna eina loysn, segði Terje Sigurðsson.

Les eisini: Semingsfundurin byrjaður