Semja um at herða tiltøkini móti Føroyum


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Kaj Joensen

13.08.2013 - 12:30

Tíðindi > Vinna & Tøkni > Alivinna

Norski fiskimálaráðharrin, Lisbeth Berg-Hansen, sigur við norsku heimasíðuna, fiskerbåt.no, at semja er um at herða tiltøkini móti Føroyum í silda- og makrelstríðnum.

Hon hevur havt fund við vinnuna, og ætlanin er at seta forboð fyri, at føroysk skip landa norska várgýtandi sild.

-Vit mugu eisini kanna hvørji tiltøk kunnu forða fyri, at útflutningurin úr Føroyum fer umvegis Norra, tá ið handilsforðingarnar hjá ES verða settar í verk, sigur Lisbeth Berg-Hansen.

Føroysk og íslendsk skip sleppa ikki at landa makrel í Norra sum er, og Føroyar hava ikki nakra fiskiveiðuavtalu við Norra orskað av stríðnum um silda- og makrelkvotur.