Mynd: EPA

Senatorur: - Trump manglar eina samanhangandi strategi ímóti Norður Korea

Jens Hákun Leo

27.04.2017 - 12:45

Tíðindi > Uttanlands > Politikkur

- Eg áni ikki, hví eg skuldi allan vegin til Hvítu Húsini til hatta.

Hetta sigur demokratiski senatorurin Chris Van Hollen, sambært CNN, eftir at limirnir í amerikanska senatinum í gjárkvøldið vórðu bodnir til fundar í Hvítu Húsunum til tess at umrøða politisku kreppuna viðvíkjandi Norður Korea, harav viðurskiftini ímillum USA og Norður Korea ikki hava verið tey bestu hesa seinastu tíðina.

Amerikanski forsetin Donald Trump hevur áður sagt, at Norður Korea er ein trupulleiki, sum USA ætlar at taka sær av, um Kina ikki ger tað.

Men eftir fundin í gjárkvøldið úttalaði amerikanska stjórnin seg á ein meira diplomatiskan hátt í hesum máli:

- USA ynskir støðufesti og eina friðarliga avvápnan av norðurkoreansku vápnagoymsluni. Vit eru sinnað at samráðast til tess at náa hesum máli, skrivar amerikanski uttanríkismálaráðharrin, amerikanski verjumálaráðharrin og stjórin fyri fregnartænasturnar í einum felags tíðindaskrivi hesum evni viðvíkjandi.

Fleiri av luttakarunum á fundinum í gjárkvøldið vóru tó, sum lagt upp til omanfyri, ikki so sannførdir um, hvat ið endamálið við fundinum var. Harundir hava fleiri senatorar sagt, at tað ikki kom nógv nýtt fram á fundinum, meðan demokratiski senatorurin, Kamala Harris, var kritisk mótvegis politikkinum hjá amerikonsku stjórnini mótvegis Norður Korea framyvir.

- Fundurin undirbygdi ótta mín um, at stjórnin manglar eina samanhangandi strategi mótvegis Norður Korea, sigur Harrin í hesum sambandi, sambært CNN.

Norður Korea hevur herfyri hótt við at fremja fleiri kjarnorkuroyndarspreingingar, so leingi USA heldur fram við ágangi sínum ímóti landinum.

Les eisini: - So leingi USA øsir okkum fremja vit kjarnorkuroyndarspreingingar