Ein mynd, vit fingu sendandi í fjør. Fleiri gera nógv burturúr tá Super Bowl er á skránni (Mynd: Vilhelm Clementsen)

Send okkum tína Super Bowl mynd: Lutakast um gávukort frá Angus Steakhouse

Sverri Egholm

07.02.2016 - 18:01

Ítróttur >

Stóra finalan í amerikonskum fótbólti byrjar í kvøld við upptakt á 3+ klokkan 21. Sjálv finalan byrjar seint. Hon byrjar ikki fyrr enn klokkan 23:30.

Tað eru allarhelst fleiri í Føroyum, sum fara at fylgja við í kvøld og fleiri gera nógv burturúr. Vit vilja fegin hava tykkum náttarravnar at senda tykkara Super Bowl mynd inn.

Í morginári hava vit lutakast millum allar myndirnar sum eru komnar inn um eitt gávukort á 500 krónur frá Angus Steakhouse.

Send mynd inn her ella send teldupost til redaktion@knassar.fo.