Mynd: Ssl.fo

Senda møguliga boð eftir Galaxy aftur

Sverri Egholm

01.11.2017 - 17:18

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Samferðsla

Í vár avloysti grikska ferjan Galaxy Smyril á Suðuroyar-leiðini. 

Eftirmetingin vísti, at av teimum 23 døgunum, Galaxy var í sigling, var ongin túrur avlýstur fyrstu 18 dagarnar. Síðstu fimm dagarnar vórðu sjey túrar avlýstir vegna eysturrætt, streym og metingina hjá manningini.

- Tá Smyril næstu ferð skal í dokk, kann væl henda, at boð verða send eftir Galaxy aftur, tí fá skip eru tøk til hesa sigling, ið eru so væl egnað sum Galaxy. Men vit fara helst at krevja, at manningin fer á simulatorskeið áðrenn, so túrarnir kunnu avgreiðast skjótari, sigur Hilmar Eliasen við blaðið Fólk á ferð, sum Strandferðslan útgevur.

Manningin umborð var griksk, og føroyingar vóru við sum vegleiðarar. Avgerðarmyndugleikan umborð hevði grikski skiparin. Tá Galaxy eina ferð vendi við í høgari aldu, fekk skiparin ikki neyðugar upplýsingar um alduhædd av einum servara hjá Landsverki, sum var vorðin óvirkin.

Alment varð spurnartekn sett við, um trygdin altíð var í lagi umborð á Galaxy. Hesin ivi var ógrundaður. Trygdin var allatíðina í lagi, sigur Strandferðslan.

Tilsamans ferðaðust 5.436 ferðafólk við Galaxy, og skipið flutti 1.834 bilar, 172 vørubilar og 71 lastbilar

Les alt blaðið her