Senegal og Japan fáa rós fyri at rudda upp eftir sær

Ari av Rana

20.06.2018 - 16:05

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

- Senegal vann ein søguliga sigur. Men ístaðin fyri at halda eina fest beint sum dysturin endaði, ruddaðu tey fyrst upp eftir sær.

Soleiðis skrivar argentinska sjónvarpsrásin TyC Sports um Senegal viðhaldsfólkini, sum valdu at rudda upp eftir sær eftir at hava vunnið 2-1 á Póllandi. Viðhaldsfólkini samlaðu alt ruskí ein stóran bunka, so at tað var lættari hjá teimum, sum skuldi rudda aftaná dystin, skrivar The Independent.

Eftir dystin millum Kolumbia og Japan sóust japansk viðhaldsfólk, sum høvdu tikið posa í hond og gingu og ruddaðu upp eftir sær. Hetta er vanligur siður í Japan og til alla æru hava japansku viðhaldsfólkini tikið siðin við sær til Russlands.