Mynd: EPA

Senegal vísti styrki

Ari av Rana

19.06.2018 - 17:01

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Senegal hevur júst vunnið 2-1 á Póllandi í seinna dystinum í bólki H. Pólland vóru favorittar undan dystinum, men tá á stóð vóru senegalesar skarpari.

Senegal legði seg á odda eftir 37 minuttir, tá verjuleikarin hjá Póllandi Thiago Cionek var so óheppin at beina eitt skot frá Senegal burtur úr kós móti málmanninum og í egið mál.

Eftir einum góðum tíma skoraðu senegalesar enn einaferð, tá Torino áleyparin Mbaye Niang tók av møguleikanum tá ein póllendingur heldur klossut royndi at spæla bóltin aftur til málmannin. Bólturin varð sparkaður høgt aftur um alla Pólland verjuna, men Niang var vakin og fangaði bóltin áðrenn pólski málmaðurin kláraði at koma út eftir honum. Niagn prikaði bóltin framvið málmanninum og síðani rullaði hann stillisliga bóltin í tóma málið.

Pólland syrgdi tó fyri spenningi móti endanum av dystinum, tá Grzegorz Krychowiak minkaði til 2-1 tá fýra minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini. Eitt fríspark var sent inn í brotsteigin og har stýrdi Krychowiak flott bóltin yvir móti handara hornið og í mál.

Fleiri mál komu ikki í dystinum og Senegal gjørdist fyrsta afrikanska landið, sum fór sigrandi av vøllinum í Russlandi.