Kyndil er umboðað í báðum finalunum í vaksnamannadeildunum. Spurningurin er, um Kyndlafólk kunnu fegnast leygardagin á Høllini á Hálsi, sum her í dystinum ímóti VÍF í hálvfinaluni hjá monnum í síðstu viku (Mynd: Sverri Egholm)

Sera spennandi finalur fyri framman



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Agnar Frederiksen

14.02.2018 - 18:40

Ítróttur > Ítróttur > Hondbóltur

Stóra hondbóltsvikuskifti í Høllini á Hálsi nærkast. Faxe Kondi finalurnar hjá teimum vaksnu og teimum yngru deildunum eru fyri framman. Hjá teimum vaksnu er Kyndil umboðað í báðum finalum. Hjá teimum yngru er H71 í 8 útav 10 finalum, meðan Neistin við seks liðnum eisini er væl umboðað. VÍF er eisini í trimum útav fýra finalunum hjá teimum heilt ungu.

Størsta fokusi er sjálvsagt á finalurnar hjá kvinnum og monnum. Hjá kvinnum leiktu VÍF og Kyndil seg í finaluna við tryggum hálvfinalusigrum á ávíkavist VB og H71. Bæði liðini komu eisini víðari úr bólkaspælinum við fullum stigatali. Hetta var ikki óvænta, tí vestmannakvinnur og tær grønu úr Havn eru dominerandi í Hvonn-deildini. VÍF er í løtuni eitt stig frammanfyri Kyndil, og hevur vunnið tvær útav trimum innhýsis uppgerðum í ár. Kyndil er einasta liðið, ið hevur vunnið á VÍF í ár.

Um hugt verður eftir yvirlitinum hjá HSF yvir steypafinalurnar hjá kvinnum hesi seinastu 30 árini, so hava hesi bæði liðini vunnið tríggjar finalur hvør. Neistin hevur vunnið næstan helmingin av finalunum(14). VÍF hevði sína stórheitstíð í steypakappingini kring aldarskifti: Fýra finalur uppá fimm ár og tríggir sigrar. Seinasta finalan hjá VÍF var fyrraárið; tá gjørdist talan um tepurt tap fyri Neistanum. Hetta er fjórðu ferð seinastu fimm árini, at Kyndil hevur leikt seg í finaluna. Kyndilskvinnur vunnu í 2014 og í fjør, og verja harvið heitið sum steypavinnarar. Hetta er fyrstu ferð, at hesi bæði liðini hitta í einari steypafinalu. Tað er torført at siga, hvør hevur favorittleiklutin leygardagin.

Kyndil er eisini umboðað hjá monnum. Eftir eitt 2.pláss í bólkaspælinum vann Kyndil báðar hálvfinalurnar á VÍF við trimum málum. Kyndil liggur nummar trý í FTZ-deildini; seks stig aftanfyri mótstøðuliðið leygardagin. H71 endaði eisini nummar tvey í bólkinum, og vann síðani við fimm málum tilsamans á Neistanum í hálvfinalunum. Hoyvíkingar vunnu báðar teir fyrstu innanhýsis dystirnar á Kyndli í ár við fýra málum. Men fyri stórum mánaði síðani setti Kyndil H71 uppá pláss, tá kyndilsmenn vunnu við heili 12 málum í høllini á Hálsi.

H71 kann leygardagin vinna triðju steypafinaluna á rað og ta fjórðu tilsamans. Tann fyrsti sigurin kom í 1998, tá hoyvíkingar á fyrsta sinni vóru í steypafinaluni. Tá vann H71 á Kyndil í finaluni. Kyndilsmenn hava eina stolta søgu í steypakappingini, og feskasti sigurin kom í 2014, tá Kyndil sigraði ímóti KÍF. Tá hevði fremsta mansliðið hjá Kyndli vunnið 10 steyafinalur uppá 30 ár; Kyndil vann sostatt í miðal triðja hvørt ár frá 1985 til 2014.

Leygardagin skal nýggj søga skrivast. Tað kann gerast ein heilt stórur dagur hjá teimum grønu, men gleðin kann eisini verða sera stór í Vestmanna og/ella Hoyvík. Komandi dagarnar verður meira upptakstilfar um steypafinalurnar her á Portalinum.

Her er yvirlit yvir allar finalurnar í vikuskiftinum, og nær tær verða leiktar:

Leygardagur 17. februar:
Kvinnur kl. 13.30 Kyndil – VÍF
Menn kl 16.00 Kyndil – H71
G18 kl. 18.00 Neistin – H71
D18 kl. 19.30 Neistin – H71

Sunnudagur 18. februar:
G10 kl. 12.50 Kyndil – VÍF
D10 kl. 13.30 Neistin – VÍF
G12 kl. 14.10 H71 – STÍF
D12 kl. 15.00 H71 – VÍF
G14 kl. 15.50 H71 – Neistin
D14 kl. 16.50 H71 – Kyndil/ÍA
G16 kl. 17.50 H71 – Neistin
D16 kl. 19.25 H71 – Neistin

Kelda: hsf.fo



beint nú