Velbastaðhálsur (Vevmynd: Landsverk)

Sera vánalig koyrilíkindi



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

08.03.2018 - 07:10

Tíðindi > Veðrið

Koyrilíkindini eru sera ring í morgun orsaka av nógva kavanum, sum er komin niður í nátt, og tí at nógv jarðrok er.

Í løtuni er ikki koyrandi millum Havnina og Velbastaðar og Kirkjubø. Árni Jacobsen, økisleiðari hjá Landsverki, segði fyri útvarpinum fyri løtu síðani, at ein bilur hevur koyrt seg fastan á Velbastaðhálsi, og gravimaskinurnar hava sera trupult at koma ígjøgnum, hetta tí at jarðrokið er nógv og sýnið sera vánaligt.

- Tað kann taka eina løtu áðrenn gravimaskinan er komin í gjøgnum, segði Árni Jacobsen.

Tað er heldur ikki koyrandi eftir Oyggjarvegnum og til Gjáar. Orsaka av vindi, kann vera nógv jarðrok, og tí verður mælt bilførarum til at vísa stórt varðsemi.

Hált er kring alt landið, men í Suðuroy og Sandoy er ikki komin eins nógvur kavi, sum í restini av landinum.

Veðrið á Portalinum