Serbiskur fagnaður eftir seinasta bríksl í Samara (Mynd: EPA)

Serbia vann tepurt á Kosta Rika

Agnar Frederiksen

17.06.2018 - 14:05

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Í fyrsta HM-dystinum í dag megnaðu serbarnir at hála ein sigur heim í tøttum dysti ímóti Kosta Rika. 

Serbia kom á odda tíggju minuttir inn í 2.hálvleik, tá liðskiparin Aleksandar Kolarov sendi eitt frálíkt fríspark í netið. Hetta skuldi gerast talan um einsamalla málið í dystinum. Kosta Rika royndi at leggja trýst á, men serbiska liðið var væl skipað og helt fast. 

Hetta var ikki ein fótbóltsdystur við flottum og flótandi fótbóltsspælið og einari rúgvu av møguleikum, men tað leggja serbar helst ikki nakað í.  

Kl.19.00 spæla hini bæði liðini í bólki E; Brasilia og Sveis. Kl.16.00 dystast Týskland og Meksiko.

Kosta Rika - Serbia 0-1 (0-0)