Serbiskur miðvallari til TB/FCS/Royn

Ari av Rana

01.02.2018 - 11:37

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Suðuroyarfelagið TB/FCS/Royn hevur gjørt sáttmála við serbiskan miðvallara. Talan er um 27 ára gamla Ibrahim Arifovic.

Ibrahim Arifovic, sum er av bosniskum uppruna, kemur úr serbiska felagnum Novi Pazar, har hann hevur spælt í trimum umførum. Arifovic hevur annars spælt í Montenegro og Albania.

Arifovic er 1.82 metur høgur og kann eisini spæla á vinstra bakki.