(Mynd: EPA)

Serena Williams vann í sínum comeback



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ari av Rana

09.03.2018 - 16:50

Ítróttur > Ítróttur > Tennis

Fyrrverandi heimsins besti kvinnuligi tennisleikari, Serena Williams, vann í morgun sín fyrsta WTA-dyst eftir sín 14 mánaðir langa steðg frá spælinum. Serena Williams vann 7-5, 6-3 á kasakstansku Zarina Divas í Indian Wells kappingini.

Seinast Serena spældi í WTA-kapping, var í januar 2017, tá hon vann Australian Open. Síðani tá hevur hon havt steðg í 14 mánaðir, av tí at hon gjørdist við barn.

Hóast Serena tvær ferðir áður hevur vunnið á Divas, gjørdist comeback dysturin harður. Serliga fylgdi Divas væl við inntil støðuna 5-5 í fyrsta settinum, áðrenn Serena Williams megnaði at fáa veruligt yvirtak.