Serfrøðingur: Trygt útvarpshitt á P4, men er tað nóg gott?

Sverri Egholm

05.02.2018 - 21:40

Mentan > Tónleikur > Tónleikakappingar

Eurovision-serfrøðingurin og ein av stovnaruum av eurovisionworld.com, Rasmus Petersen, hevur ikki Carlsen-systarnar úr Havn, sum favoritt til danska Melodi Grand Prix, sum verður leygardagin.

Hoyr sangin "Standing up for love" hjá Carlsen omanfyri.

Dr.dk hevur fingið Rasmus Petersen at gera eina meting av sangunum og eisini at meta um, hvørjir tríggir sangir koma í finalu umfarið leygardagin, og

- Ein bleytur, heitur og lekkur sangur frá vøkru Carlsen-systrunum. Lagið minnur um hollendsku Eurovision-systrarnar, O'G3NE og 90’ara bólkin Wilson Philips, heldur.

- Røddirnar hjá systrunum passa sera væl saman. Harmoniurin er í topp, og tað ljóðar bara lekkurt. Eitt trygt útvarpshitt á P4, men er tað nóg gott til Eurovision? spyr Rasmus Petersen.

Hóast hann ikki beinleiðis heldur, at Vanja, Laila og Barbara sleppa víðari til finaluumfarið, so avskrivar hann ikki heilt havnardamurnar. Hann sigur, at tær kanska koma víðari.

Rasmus Petersen væntar tó, at sangirnir “Higher Ground” hjá Jonas Rasmussen, Boys on Girls hjá Sannie og Music for the Road hjá Albin Fredy, koma víðari til finaluumfarið.

Lyklaorðið fyri allar sangirnar, sum leygardagin skulu kappast um sigurin í danska Melodi Grand Prixnum er góðska, heldur Rasmus Petersen.

- Vónandi dámar Evropa tað sama sum Danmark, tí so kunnu vit sagtans fáa eina góða støðu í Eurovision 2018, sum verður í mai, sigur hann við heimasíðuna hjá Danmarks Radio.