(Mynd: EPA)

Sergio Romero leingir við United

Ingi Samuelsen

17.07.2017 - 07:43

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Manchester United hevur longt sáttmálan við argentinska landsliðsmálverjan, Sergio Romero, so at hann nú er galdandi til endan av 2021.

30 ára gamli málverjin kom til United úr Sampdoria í 2015, seinasti árini hevur hann verið fyrsta val at verja málið hjá argentinska landsliðnum, men í United hevur hann verið annað val millum stengurnar eftir David de Gea.

Romer hevur hesi tvey árini hann hevur verið í Manchester United spælt 28 dystir, harav einans seks í Premier League.

Tað, at avtala er gjørt við Romero settir aftur gongd á slaturin um, at felagið hevur fingið eitt gott boð upp á fyrsta málverjan frá spanska stórfelagnum Real Madrid, skrivar BBC.