Seta nú spakan í fyri tunlinum til Viðareiðis




Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Snorri Brend

20.06.2014 - 18:24

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Samferðsla

Mánadagin klokkan 15 verður spakin settur í til ætlanina sum viðingar við longsli hava sæð fram ímóti.

Henda dagin verður fyrsta stigið tikin til tunnilin til Viðareiðis. Hetta verður gjørt tú frá einum arbeiðstakarasáttmála sum varð undirskrivaður av Landsverki og Samtakinum Articon & norska LNS í februar mánaði.

Nýggja farleiðin skal tryggja eina hóskandi farleið til Viðareiðis. Á verandi farleið eru trupulleikar við grót- og skriðulopum, umframt at stórur partur av vegnum er einbreytaður.



LIÐUGT Í 2017

Verkætlanin fevnir um ein 1.939 metrar langan tvíbreytaðan tunnil úr Hvannasundi til Undir Fossinum Inni í Dølum.

Í Hvannasundi verður nýggjur vegur til tunnilsmunnan gjørdur, eins og nýggjur vegur frá Middali til og við Skúvadalsleiti, haðani verandi vegur, sum er 1400 metrar langur verður breiðkaður inn til Viðareiðis.

Seinastu ferðslutølini, sum eru frá 2012, vísa, at tað koyrdu 432 akfør um samdøgrið eftir Viðareiðisvegnum. Í 2024 er ferðslan mett at vera komin upp í 510 bilar.

Samlaði fíggjarkarmurin hjá Løgtinginum fyri nýggju farleiðina til Viðareiðis er 162 mió. krónur. Nú byrjar arbeiðið, og sett verður fyrst á at bora Hvannasundsmegin.

Tilfarið úr tunlinum verður brúkt til tilkoyringarvegirnar, og møguligt avlop verður lagt í grótbrotið Viðareiðismegin til møguligar ætlanir hjá kommununi.

Mánadagin verður so fyrsta stigið tikið í hesum máli, tá Ewald Kjølbro, stjóri á Landsverki, bjóðar vælkomin, og síðani verður spakin verður settur í. Eftir tað fer Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í tunnilsmálum, at siga nøkur orð.

Aftaná hetta eru øll vælkomin at fáa sær kaffi og lætt ábit inni í smiðjuni hjá Landsverki í Hvannasundi.

Nýggja Viðareiðisfarleiðin skal eftir ætlan takast í nýtslu í 2017.