Eyðfríð L. Jacobsen, heilsu- og umsorganarstjóri í Tórshavnar kommunu, og Hans Pauli Joensen, dekanur á Megindeildini fyri náttúru- og heilsuvísindi á Fróðskaparsetri Føroya, skrivaðu undir samstarvsverkætlanina. Mynd: Setur.fo

Setrið og Tórshavnar kommuna samstarva um at kanna sjón og hoyrn


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jens Hákun Leo

20.04.2017 - 13:30

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Almannaverk og sosiala økið

Fróðskaparsetur Føroya og Tórshavnar kommuna skrivaðu í gjár undir samstarvsverkætlan, sum inniber, at tað kemur at standa í boði hjá øllum borgarum í Tórshavnar kommunu, ið fylla 75 ár í 2017, at fáa kannað sjón og hoyrn og at fáa kannað ljósviðurskiftini heima við hús.

Fróðskaparsetrið vísir herundir á, sipandi til kanningar, sum gjørdar eru á hesum øki, at fleiri eldri fólk góðtaka broytingarnar, tillaga seg umstøðurnar og sláa seg til tols við, at einki er at gera og gera lítið fyri at gagnnýta og betra ta sjónina og hoyrnina, sum er til taks.

Samstarvsverkætlanin fatar, sambært Setrinum, eisini um ljósviðurskifti heima við hús. Kanningar vísa, at fleiri aldrandi fólk hava lítið ljós heima um veturin, tá ið myrkt er. Gott ljós er tað besta hjálpartólið, vit hava fyri sjónina.

Hetta er eitt tilboð til borgarar í kommununi, og endamálið er at tryggja, at tann hoyrnin og sjónin, sum er eftir, verður varðveitt so leingi sum møguligt. Tað er sjálvboðið at luttaka, skrivar Setrið at enda.

Avtalan er ímillum Sjúkrarøktarfrøðideildina á Fróðskaparsetri Føroya og Heilsu- og umsorganartænastuna í Tórshavnar kommunu.