Savnsmynd (Mynd: Jens Kr. Vang)

Sett fimm dagar av til málið um kommunulæknan

Sverri Egholm

20.10.2017 - 15:47

Tíðindi > Lóg & Landaskil > Dómstólar og rættarmál

Í næstu viku fer Eystari landsrættur undir málið um kommunulæknan, sum fyrr í ár í Føroya rætti varð dømdur fyri at hava seg gjørt seg kynsliga inn á níggju kvinnur.

Tað veit Kringvarpið í dag.

Eystari landsrættur hevur sett fimm dagar av til sakarmálið.

Eftir ætlan skuldi málið viðgerast í august mánaði, men av tí, at kommunulæknin hevur fingið sær nýggjan sakførara, so varð málið útsett. Verjin vildi hava málið kannað nærri, skrivar kvf.fo.

Í Føroya rætti varð kommunulæknin dømdur hálvt annað ára fongsulsrevsing, men hann valdi at kæra dómin.

Sakarmálið byrjar mikudagin í næstu viku.