Mynd: Stakkurin

Settu met á Staksdegnum: Uppboðssølan gav 127.300 krónur



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Sverri Egholm

24.09.2017 - 09:54

Tíðindi > Seyðahald

Tað var í gjár, at árligi Staksdagurin var í Tjørnuvík. Fyri nógv er hetta vorið siðvenja, at fara út í Stakkin einaferð um árið. Bæði fólk úr Tjørnuvík, men eisini aðrastaðni í landinum og útlendingar.

Í ár vóru út við 150 fólk við og uppboðssølan aftaná gav methøga upphædd. Hon gav 127.300 krónur, og tað er tað mesta teir nakrantíð hava fingið, skriva teir á Facebook síðuni.

15 seyðir vóru tiknir.