Mynd: Sev

Sev avlop uppá 92.8 milliónir krónur í 2016


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jens Hákun Leo

21.04.2017 - 11:40

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Arbeiðsmarknaður

Avlopið hjá Sev eftir skatt var 92,8 milliónir krónur í fjør.

Hetta boðar Sev frá á heimasíðu sínari.

Sev sigur í hesum sambandi, at felagið styrkti grundarlagið undir grønu kósini í 2016, og at omanfyrinevnda avlopið erneyðugt fyri at fíggja komandi útbyggingarnar í elskipanini.

Viðvíkjandi tí grønu kósini sigur Sev eitt nú, at...

-Fyrireikandi arbeiðið seinasta árið hevur havt við sær, at SEV - eftir tætt samskifti við orkumyndugleikan, ORKA – hevur mælt til tvey týðandi stig aftrat á grønu kósini. SEV hevur skotið upp at seta 12 vindmyllur upp í Suðuroynni saman við einari pumpuskipan og einari battarískipan. Elfelagið hevur eisini mælt til at byggja eina vindmyllulund aftrat við battarískipan í høvuðsstaðarøkinum. Um alt gongst eftir ætlan, kunnu hesar báðar verkætlanir fara í gongd í 2018.

- Hesi bæði næstu byggistigini skulu fáa grøna elorkupartin upp á 70 prosent av árligu elframleiðsluni tilsamans. Elorkan í Suðuroynni, sum er leys av elskipanini í meginøkinum, verður tilsamans 75 prosent grøn.

Sev sigur víðari v.v. búskapi og fígging, at...

- SEV fekk í 2016 til vega langtíðarfígging til eina altjóða kappingarføra rentu. Fíggingarleisturin var fingin í lag í samstarvi við føroyskar og altjóða fíggingarstovnar. SEV fekk við avtaluni 1.042 milliónir krónur í fígging á amerikanska lánsmarknaðinum, umframt at 626 milliónir krónur vóru fingnar í bankafígging í Føroyum og frá einum norðurlendskum fíggjarveitara. Tilsamans 1.668 milliónir krónur í fígging til eina altjóða kappingarføra rentu.

- SEV hevur styrkt munandi um støðuna hjá sær á fíggjarmarknaðinum, tí elfelagið hevur við hesum leistinum fingið atgongd til fleiri fíggjarveitarar um allan heim.