Wissam Ben Yedder gjørdist stóra hetjan fyri Sevilla í kvøld
(Mynd: EPA)

Sevilla sló United út á Old Trafford

Agnar Frederiksen

13.03.2018 - 21:40

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Sevilla vann í kvøld uppiborið á Manchester United, og sló harvið enska liðið út úr Champions League. Í Rom vann AS Roma 1-0 á Shakhtar og er víðari. 

Eftir 0-0 í Sevilla var tað púra opið undan dystinum í kvøld. Fyrri hálvleikur á Old Trafford var taktiskur, og merktur av at liðini óttaðust fyri at lata mál inn. Sevilla var generelt omaná, meðan United, hóast ivasamt spæl, hevði onkrar vandamiklar støður og møguleikar, og var nærri við at koma á odda. Tað var tó málleyst í hálvleikinum. Í 2. hálvleiki gjørdist tað meira opið. Heimaliðið fekk tó ikki lagt trýst á Sevilla, og so vóru tað spaniólar, ið slóu til. Áleyparin Wissam Ben Yeder varð skiftur inn, tá smáir tjúgu minuttir vóru eftir, og tveir minuttir eftir innskiftingina sló hann til, tá hann setti bóltin sera væl niður í hornið eftir eitt vælspælt álop. Nú skuldi United hava tvey mál, men Sevilla avgjørdi uppgerðina fáar minuttir seinni, tá Ben Yedder aftur var á plettinum eftir eitt horna.

Romelu Lukaku minkaði um munin eftir eitt hornaspark, og hóast United skapti aðrar vandamiklar støður, eftir málini hjá Ben Yedder, so vann Sevilla 2-1. Útiliðið spældi klókt, og er víðari til kvartfinaluna í fremstu kapping fyri feløg, fyri fyrstu ferð síðani 1958. United tyktiskt passivt, og gyri Mourinho og hansara menn er hetta eitt risa vónbrot.

Roma gjørdi sína skyldu á olympiska leikvøllinum í italienska høvuðstaðnum í kvøld. Shakhtar vann 2-1 og var greitt omaná í Ukreina fyri trimum vikum síðani, men Roma fekk also eitt útivallarmál við. Roma hevði sostatt nóg mikið við einum 1-0 sigri, og typiskt á typiskan italienskan hátt, so vann Roma 1-0 og kom víðari uppá útivallarmál. Tað var bosniski áleyparin, Eden Dzeko, ið legði Roma á odda stutt inní 2.hálvleik, og hann gjørdist harvið matchvinnari. Shakhtar fekk eitt reytt kort, tá tíggju minuttir vóru eftir, og megnaði ikki at svara aftur.

Manchester United - Sevilla 1-2(1-2)


AS Roma - Shakhtar Dontesk 1-0(2-2)


Í morgin verða tvær tær seinastu áttandapartsfinalurnar avgjørdar:

Barcelona – Chelsea (1-1)

Besiktas – Bayern (0-5)