Seymimaskinan gekk amokk: - Tá mátti eg altso banna

Snorri Brend

17.10.2014 - 18:46

Tíðindi > Mentan > Frítíðarítriv

- Eg var eitt sindur illa fyri júst í hesum partinum, tí eg hevði ávísar trupulleikar við overlockara mínum. Ta einu løtuna gekk hann púrasta amokk.

Soleiðis greiðir føroyska Herborg við Sandá Thomsen frá, eftir at partur 2 í sendirøðini ”Klar, parat, sy” varð sendur á donsku sjónvarpsrásini TV2 í gjárkvøldið.

Herborg kom lættliga víðari í fyrsta parti, men í sendingini í gjár hevði hon ávísar trupulleikar við overlockara sínum.

Hetta er ein partur av seymimaskinuni, og sum er neyðugur, tá ein skal seyma – og seyma snøgt. Men alt riggaði ikki sum ætlað hjá Herborg, sum tí bæði varð tarnað og eisini ørkymlað av hesi orsøk.

- Ja, eg var rættiliga pressað til tíðir, og eg kom nokk til at siga eitt ljótt orð ella bæði tvey, meðan eg arbeiddi og stríddist, samstundis sum upptøkutólið snurraði beint frammanfyri mær.

- Men tey, ið gera sendingina høvdu tíbetur klipt alt hetta burtur, sigur Herborg .


NUMMAR 2 ER EINKI
Í 2. parti av sendirøðini, sum byrjaði hóskvøldið í farnu viku, var talan um eina kreativa kapping, har tey skuldu gera fastalávintsklæði til børn.

- Og júst hetta, er nakað sum eg elski.

- Diddurnar hjá mær hava altíð havt heimagjørd fastalávintsklæðir á. So eg føldi meg vera á rættari hill í hesum partinum, sigur Herborg, sum kann fegnast um at hon her gjørdist nummar 2.Og hon leggur aftrat:

- Nú skilji eg endiliga, hví maðurin hjá mær altíð hevur sagt, at tað at vinna silvur í eini fótbóltskapping er óbrúkiligt, og at man heldur vil verða nummar 4.

- Soleiðis føldi eg tað snedigt nokk eisini – altso at vera so nær toppinum, og so allíkavæl ikki gerast nummar 1, sigur Herborg brosandi.

Hinvegin er hon púra samd í tí, at tað var heilt uppiborið at Henrik vann, tí hansara lítli klovnur var onki minni enn fantastiskur.


GEKK AMOKK
Hetta var so bert onnur kappingin, tí tey fingu eisini eina tekniska avbjóðing, sum tey høvdu havt møguleika til at venja seg til frammanundan.

- Eg kendi meg tí rættiliga sikra, tá tá vit fóru í gongd, men so gekk overlockarin totalt amok: Líkamikið hvat eg gjørdi, so riggaði ikki. Tá kom rættiligur panikkur í, vil eg siga.

Úrslitið av hesum sást eisini í lidna verkinum, har ein lítil feilur var á hálsinum á kjólanum. Herborg gjørdi eina roynd at bøta um hetta við at gera eina ikki so væl umhugsaða sloyfu.

- Hetta fekk eg eisini at vita, tá dómarnir skuldu meta um okkara arbeiði, sigur Herborg.

- Hóast nógvan mótgang, fekk eg kortini nógv rós fyri kjólan, og tá til stykkis kom endaði eg á einum triðja plássi. Tað var eg seeera væl nøgd við, sigur Herborg at enda.

Higartil hevur Herborg fingið eitt 1.pláss, eitt 2.pláss, og eitt 3.pláss í kappingini. Tað fáa vit so at vita komandi hóskvøld.