SheepView fýra nomineringar í Cannes


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Ingi Samuelsen

19.06.2017 - 10:13

Tíðindi > Vinna & Tøkni > Ferðavinna

Tá tað kemur til heiður og æru hjá teimum, sum arbeiða í reklamu- og lýsingarvinnuni, er Cannes Lion tað heilt stóra.

Leyvan í Cannes er fyri reklamuvinnuna tað, sum Oscar er fyri filmsvinnuna.

Og SheepView átakið hjá Visit FaroeIslands og Atlantsflog saman við donsku reklamufyritøkuni Liquidmind og føroysku Sansir, er við í kappingini um at vinna eina av leyvunum.

SheepView átakið, sum annars hevur fingið hópin av ymsum heiðurslønum, er tilnevnt í fýra Leyvu-bólkum í Cannes. Ein tilnevning innan bólkin ’Cyber’ og hinar tríggjar eru innan bólkin ’PR’.

- Hetta er so stórt, at tað er næstan ikki til at fata, skrivar ein av stjórunum í Sansum, Lena L. Mohr á Facebook-vanga sínum.

Cannes Lions International Festival of Creativity byrjaði leygardagin og heldur fram til alla hesa vikuna.

Les eisini: Enn fleiri prísir til SheepView – er leyvan í Cannes í eygsjón?