Tíðindi
Tel: 20 80 80
T-post: redaktion@knassar.fo
Netredaktør: Sverri Egholm (Ábyrgd)
Lýsingar
Tel: 20 70 70
T-post: lysingar@knassar.fo
Aðrir fyrispurningar verða at senda til
Knassar
Tel: 20 80 80
T-post: knassar@knassar.fo
www.knassar.fo
Um vikuskiftið skipaði TB Flogbóltur fyri stórari flogbóltskapping fyri yngri deildir í høllini í Trongisvági. Tiltakið var sera væleydnað, og fleiri lið vóru komin norðani frá. Serliga SÍ stóð seg avbera væl í ymisku kappingunum. SÍ vann fýra av fimm kappingum leygardagin.
Á dreingjasíðuni hevur SÍ eina sera bjarta framtíð. Dreingjaliðini hjá SÍ eru nærum einaráðandi í øllum aldursbólkum. Á gentusíðuni hevur TB ofta staðið seg avbera væl, og gera tað enn, men har er komin meira kapping um plássini.
Kvinnuunglingakappingina vann ÍF, men allar hinar kappingarnar vann SÍ.
Sunnudagin var Flogbarnakapping á skránni, og henda kappingin varð merkt av, at uppmøtingin frá liðum norðanfjørðs ikki var so góð, sum hon átti at verið. Nøkur lið møttu tó, og tað er, hóast alt, at gleðast yvir.
Kristin Magnussen, forkvinna í TB Flogbólti fegnast yvir, at tað eydnaðist so væl at avgreiða kappingarnar, og takkar Otto Gram, Marjun Dimon og Virgari Djurhuus, eldsálunum í TB Flogbólti seinastu mongu árini, fyri sítt framhaldandi megnar arbeiði.
Næst á skránni hjá TB Flogbólti er Marknaðardagurin, sum verður hildn í høllini í Trongisvági sunnudagin 20. november. Annars skipar felagið fyri FM fyri yngri deildum einaferð í mars 2017, og tá plagar at vera stúgvandi fult av fólki á vitjan. Og tað verður tað vónandi aftur í ár, sigur forkvinnan í TB Flogbólti.
Úrslit:
Gentur 12:
1. SÍ
2. TBa
3. KÍF
Dreingir 12:
1. SÍ
2. ÍF
3. Fleyr
Dreingir 14:
1. SÍ
2. TB
3. Fleyr
Kvinnuunglingar:
1. ÍF
2. TBa
3. TBb
Mansunglingar:
1. SÍ
2. TB
3. Fleyr