Soleiðis sá út nakrar tímar eftir, at rakettin Falcon Heavy varð send upp í gjárkvøldið. Sær tilgjørt út, men tað er tað altso ikki (SpaceX)

Síðsta myndin av Tesla-bilinum í rúmdini

Sverri Egholm

08.02.2018 - 00:31

Tíðindi > Vinna & Tøkni > Tøkni & vísindi

Vit hava sæð seinastu sjálvfi frá Starman og Teslabilinum, sum í gjár vóru sendir upp í oddinum á rakettini Falcon Heavy hjá SpaceX.

Síðani rakettin varð skotin upp í gjárkvøldið hevur verið møguligt at fylgt við beinleiðis, men nú eru battaríini uppi, og rakettin og bilurin fara nú at sveima í rúmdini í einsemi tey næstu nógvu árini.

Ferðin á rakettini er ikki høg, og tað kunnu ganga ártíggju ella øldir áðrenn bilurin og rakettin kemur í veruligt vandaøki og kann smildrast.

Kósin er sett móti Mars.




beint nú