Niels Christian Nolsøe, stjóri á Jarðfeingi, greiðir vitjandi á føroyska básinum á oljumessu í London frá føroysku útbjóðingini.

Síðsta útkall: Jarðfeingi kunnar um føroyska oljuleiting í London



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Jan Müller

07.02.2018 - 14:58

Oljan >

Tann 17. februar eru 9 mánaðir farnir, síðani landsstýrismaðurin í oljumálum, Poul Michelsen, lat upp 4. útbjóðingina til oljuleiting við Føroyar. Henda dagin letur útbjóðingin eisini aftur. Hóast fleiri altjóða oljufeløg hava víst leitingini ans og keypt tey nýggjastu dataini um føroysku undirgrundina, er enn óvist, hvussu mong og hvørji feløg fara at søkja.

Men á Jarðfeingi hava tey ikki sitið hendur í favn og bara bíðað eftir oljufeløgunum. Fyrst er eitt stórt og miðvíst kanningararbeiði gjørt á stovninum, har ymsu serfrøðingarnir hava greitt úr hondum spildurnýggjar og áhugaverdar upplýsingar um undirgrundina og møguleikarnar fyri at finna olju og gass. Hetta arbeiðið er síðani varpað út í allar ættir. Jarðfeingi hevur luttikið á fleiri altjóða ráðstevnum og eisini verið nógv frammi í altjóða miðlum og tíðarritum. 

Ein tann seinasta ítøkiliga royndin at kunna um útbjóðingina og at koma í samband við oljufeløg varð gjørd fyri stuttum, tá Jarðfeingi  í døgunum 13.-14. desember aftur var við  á væl umtóktu og væl vitjaðu PROSPEX oljuráðstevnuni í London. Umframt at hava bás, varð hesaferð eisini stórur dentur lagdur á framløgur.  Og her stillaði Jarðfeingi upp við tveimum av oddafólkunum á stovninum, roynda jarðfrøðinginum Hera Ziska og stjóranum Niels Christian Nolsøe. Hesar báðar dagarnar, ráðstevnan vardi, høvdu teir hvør sína framløgu um føroyska oljuleiting, har ljós varð varpað á 4. útbjóðingina, sum letur aftur um knappar tvær vikur. 

Niels Christian Nolsøe, stjóri á Jarðfeingi, helt framløguna “Long term exploration Strategy on the Faroese Continental shelf”, og Heri Ziska, Head of Exploration á Jarðfeingi, helt framløguna “Exploration opportunities East of the Faroe Islands”. Tvær sera áhugaverdar framløgur, ið fingu fleiri áhugaðar luttakarar inn á básin at spyrja um ymiskt viðvíkjandi útbjóðingarumfarinum og um tað føroyska økið sum heild.

Føroyski sendimaðurin í London, Áki Johansen, vitjaði eisini føroyska básin. Hann hevur verið ein hollur stuðul hjá Jarðfeingi í sambandi við fjórða útbjóðingarumfarið, har hann m.a. hevur virkað sum brúgvabyggjari og ráðgevi yvirfyri altjóða oljuheiminum. 

Kelda: www.jf.fo