Síðsti parturin verður tann longsti

Sverri Egholm

23.08.2017 - 21:31

Mentan >

Síðsti parturin av sjeynda umfarinum av “Game of Thrones” fer at eita “The dragon and the Wolf” og verður longsti parturin, sum er vístur av sjónvarpsrøðini.

Tað er náttina til mánadag klokkan 02 føroyska tíð at parturin, sum er heilar 79 minuttir og 43 sekund til longdar, gerst tøkur á HBO Nordic.

Sambært HBO hevur sjeynda umfar av væl umtóktu røðini, sett met, tí góð 76 prosent fleiri hava fylgt við enn í sætta umfar, sum annars hevði metið frammanundan.

Í undanfarnu umførunum hava tíggju partar verið kunngjørdir, men hesaferð vóru teir bara sjey í tali.

Leingi hjá fjepparum at bíða
Tá síðsti parturin er komin út mánanáttina, skulu fjepparar eftir øllum at døma bíða í fleiri ár, til tey aftur kunnu hyggja eftir nýggjum tilfari frá Game of Thrones. Danski sjónleikarin, Nikolaj Coster-Waldau, sum spælir við í røðini, segði við BT í vikuni, at síðsta umfar helst ikki verður sent fyrr enn um tvey ár.