Savnsmynd

Siga kortanei til at tunlarnir verða stongdir

Sverri Egholm

26.09.2017 - 17:16

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Samferðsla

- Vit hava longu ótíðarhóskandi og vandamiklar tunlar, og at teir afturat hesum nú skulu verða stongdir meginpartin av náttini í hálvt ár, ber slettis ikki til. Vit góðtaka hetta ikki.

Soleiðis siga millum annað borgarar í Hvannasunds kommunu í einum mótmælisskrivi, nú SEV hevur ætlanir um at steingja tunlarnar norð um Fjall frá klokkan 23 á kvøldi til klokkan 5:30 á morgni.

Beinanvegin boð komu frá Landsverki um hetta, vístu fólk norðanfyri sína ónøgd. Og tað gera tey eisini í mótmælisskrivinum, sum er sent miðlunum í dag.

- Vit mótmæla at umstøðurnar og livikorini við hesari innrás í okkara lív verða verri enn tey longu eru orsakað av tunlunum.

- Gamaní skal vinnulívið hava nokk at streymi, men tað mugu ikki verða borgararnir norðanfyri, ið skulu svíða fyri at hetta skal lata seg gera. Vit hava víst ómetaligt tolsemi í fleiri ár, men nú kann vera nokk!

Skotið verður upp, at kaðalin má leggjast upp um fjall ella at eitt aggreat kann sitast upp til viðkomandi virksemi, sum hevur so stóran tørv á meiri streymi.

Á Viðareiði eru tey eisini ónøgd við støðuna.

- Av tí at tunlarnir eru lívsæðrin hjá okkum, sum búgva her norðuri, kann tað als ikki góðtakast, at tunlarnir verða stongdir hvørja nátt í eitt hálvt ár, og íbúgvararnir bert sleppa at koyra ígjøgnum ávís tíðarskeið á náttini, skrivar Rói Matras Absalonsen í lesarabrævi.

Kunnandi fundur í annaðkvøld
Í annaðkvøld verður kunnandi fundur um hetta arbeiðið í Skúlanum á Fossanesi, har umboð fyri Sev, Landsverk, kring liggjandi kommunurnar og tilbúgvingina í Norðoyggjum vera til staðar. Fundurin byrjar klokkan 19.

Sí eisini:
Borgarar í Hvannasunds kommunu: Kortanei til at steingja tunlarnar

Opið bræv til Ewald Kjølbro