(Mynd: Umhvørvisstovan)

Síggj flogmyndir av Føroyum frá 1958-2016



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ari av Rana

14.11.2017 - 16:51

Tíðindi >

Umhvørvisstovan hevur lagt 7.164 flogmyndir út á heimasíðu síni til almenna nýtslu.

Á heimasíðuni hjá Umhvørvisstovuni er ein leinkja til eitt savn við øllum myndunum, sum vísa ein stóran part av Føroyum.

Myndirnar eru frá árunum 1958, 1970, 1982, 1983, 1984, 2000, 2002, 2004, 2009 og 2016.

Umhvørvisstovan skrivar, at tað nøkur ár er eydnast at avmynda alt landið, meðan tað onnur ár bert er eydnast at avmynda partar av landinum.

Myndirnar síggjast her.