Síggj hálvleiksframførsluna hjá Lady Gaga her

Ingi Samuelsen

06.02.2017 - 08:24

Mentan >

Eitt av hæddarpunktunum í stóru Super Bowl finaluni í amerikanskum fótbólti, er altíð tónleikaliga show’ið, sum verður hildið í hálvleikinum.

Í ár var tað sangarinnan Lady Gaga, sum fekk stóra heiðurin at standa fyri showinum, og tað gjørdist ein stórsligin og góð framførsla.

Stóri spurningurin undan hendingini var, hvussu politisk Lady Gaga fór at verða, tí hon er kend fyri ikki at halda seg aftur í so máta, og hennara stuðul til eitt nú LGBT-rørsluna er kendur.

Væntað varð, at okkurt fór at vera, nú Super Bowl varð so stutt eftir, at Donald Trump hevur tikið við sum forseti.

Men so gjørdist ikki. Eins og Lady Gaga hevði lovað undan dystinum, brúkti hon ikki høvið til at gera vart við egnu áskoðan sína.

- Einasti boðskapur frá mínari síðu er tann boðskapur, sum eg støðugt gevi við mínari nærveri í mínum framførslu, segði hon frammanundan.

Sostatt sóðust ongir Black Panthers-dansarar, sum annars vóru at síggja í showinum hjá Beyonce í fjør.

Tað, sum bar brá av politikki var byrjanin, tá hon sang nakrar linjur úr ”This land is your land/This land is my land” hjá Woody Guthrie, og las eisini amerikanska trúskaparlyftið ”One nation under God, indivisible, with liberty and justice for all”.

Men tað var kortini ein heilsan til tey, sum kenna seg uttanfyri. Ein av sangunum var ”Born This Way”, og tá ljóðar boðakapur Lady Gagas: ”No matter gay, straight or bi/Lesbian, transgendered life/I'm on the right track baby/I was born to survive”.

Áðrenn dysturin byrjaði var tað countrysangarin Luke Bryan, sum fekk heiðurin at syngja tjóðsangin. Tann framførslan kann upplivast her 

Framførslan hjá Lady Gaga sæst á leinkjuni herundir: