Mynd: Jens Kr. Vang

Sigla inn á Vestmanna 14.30

Sverri Egholm

20.05.2017 - 11:53

Mentan > Mentan > Stevnur & festivalar

Bátastevna er í Vestmanna um vikuskiftið og klokkan 14.30 sigla bátarnir av Fútakletti og inn á Vestmanna.

Tá bátarnir koma inn, verður borðreitt við suppu til bátastevnuluttakararnar, meðan harmonikulið setur sín dám á dagin.

Hetta er sekstanda árið á rað, at Bátastevnan er í Vestmanna.