Sigmund og Dennis Agerblad komu víðari í Danmark har talent

Sverri Egholm

19.01.2015 - 05:18

Mentan >

Danska talentkappingin sum verður víst á TV2 er nú komin so mikið langt, at komandi leygardag fara beinleiðissendingarnar í gongd.

Tríggir føroyingar luttaka í sendingini og talan er um Jórunn Gudmundsen úr Sandavági og hálva føroyingin sum býr í Herning, Sigmund D. Tróndheim. Umframt Jórunn og Sigmund luttekur Dennis Agerblad eisini við 4 øðrum monnum, sum eru ílatnir í konufólkaklæðum.

Í gjárskvøldið bleiv tað avgjørt, hvør sleppur á stóra pallin hjá TV2 næsta leygardag og hvør bleiv sendur heim.

Sigmund slapp beinleiðis víðari í kappingini og skal harvið á pallin komandi leygardag. Hann framførdi í fyrstu sendingini av “Danmark har talent” og dómararnir vóru væl nøgdir við framførsluna og hann fekk eitt “Ja” frá øllum dómarunum.

Bólkurin hjá Dennis Agerblad var í fyrsta umfari koyrdur úr kappingini, men tað endaði við at teir komu víðari til beinleiðis sendingina komandi leygardag alíkavæl.

Jórunn Gudmundsen kom ikki víðari hesaferð.