Sigmund slapp víðari í Talent: Eg havi nógv at bjóða

Sverri Egholm

19.01.2015 - 14:11

Mentan >

Danska talentkappingin sum verður víst á TV2 er nú komin so mikið langt, at komandi leygardag fara beinleiðissendingarnar í gongd.

Hálvi føroyingurin Sigmund var við í fyrstu sendingini av “Danmark har talent” og leygarkvøldið gjørdist tað greitt, at hann er ein av teimum 28, sum er komin víðari til beinleiðissendingarnar.

19 ára gamli Sigmund D. Tróndheim býr í Herning og luttekur í kappingini við dansi.

Portalurin hevur fingið orð á Sigmund og hann sigur, at hann hevur nógv at bjóða.

- Eg havi nógv at bjóða uppá. Eg ikki bara dansi, men eg syngi, skrivi sangir og geri míni egnu sjónbandaløg.

- Um eg sleppi víðari komandi leygardag, vil eg fegin sleppa at vísa meg fram sum sangara eisini. Møguliga dansa og syngja í somu framførslu, sigur Sigmund.

Hann er errin av at vera hálvur føroyingur og honum dámar væl tónleikin í Føroyum. Serliga eru tað Eivør Pálsdóttir og Teitur, sum hann fær íblástur frá. Men eisini dámar honum sera væl tónleikin hjá bólkinum “Byrta” og tey øðrvísi sjónbandaløgini hjá teimum.

Vinnarin av "Danmark har Talent” fær ikki bara heiðurin, men hann fær eisini 250.000 krónur, og Sigmund veit hvat hann skal brúkar pengarnar uppá, um hann vinnur.

- Eg fari at gera alt fyri at eg vinni kappingina og eg ætli mær at brúka pengarnar uppá at framleiða tónleik og øðrvísi sjónbandaløg, sigur Sigmund og endar við

- Minst til at atkvøða uppá meg, Føroyar!

Les eisini: Sigmund og Dennis Agerblad komu víðari í Danmark har talent