(Mynd: Magnus Fröderberg/norden.org)

Sigmundur Davíð í trupulleikum – íslendingar krevja hann frá

Ingi Samuelsen

04.04.2016 - 12:26

Tíðindi > Ísland

Yvir 20.000 íslendingar hava longu skrivað undir upp eitt krav um at landsins forsætisráðharri, Sigmundur Davíð Gunnlaugsson, leggur frá sær. Hetta hendir eftir at tað nú er komið fram, at hann hevur havt eitt loyniligt íløgufelag á Bretsku Jomfrúoyggjunum.

Boðað er frá mótmælistiltøkum framman fyri Altinginum, tá politikararnir hittast á fundi í dag.

Tað var í gjárkvøldið, at fleiri tíðindamiðlar avdúkaðu at íslendski forsætisráðharrin var ein av nógvum statsleiðarum og øðrum ríkum fólkum, sum hava havt loyniligt peningavirksemi í sokallaðum skattaparadísum.

Talan er um sokallaðu Panama-skjølini, sum felagið Mossack Fonseca hevur likið út til miðlar og tíðindafólk.

Í eini dokumentarsending, sum svenska sjónvarpið SVT hevur gjørt, er komið fram, at Gunnlaugsson í 2007 keypti eitt felag, ið seinni gjørdist ein av kreditorunum eftir bankakreppuna í Íslandi.

Í ”Panama-Papers” er komið fram, at Gunnleugsson keypti felagið Wintris saman við konu síni, Onnu Sigurleug Pálsdóttir.

Wintris var skrásett á Bretsku Jomfrúoyggjunum, og at felagið skuldi umsita familjuarvin hjá konuni upp á góðar 60 milliónir krónur.

Gamlaárskvøld 2009 seldi Gunnlaugsson sín part í felagnum til konuna fyri ein dollara, kemur fram í skjølunum.

Sveriges Television gjørdi 11. mars eina samrøðu við íslendska forsætisráðharran, og tá tosið kemur inn á felagið Wintris, støðgar Sigmundur Davíð Gunnlaugsson samrøðuna, reisir seg og rýmir út úr hølinum.

Í byrjanini av samrøðuni tosar forsætisráðharrin um týdningin av at hava álit á stjórnini og fíggjargeiranum eftir kreppuna, sum Ísland hevur verið fyri.

Men tá journalisturin spyr um hann sjálvur hevur sambond við sokallað skattaparadís, fær forsætisráðharrin trupulleikar við at svara.

Hann viðgongur at hava havt samband við sokallað postkassafeløg, men so leggur hann dent á, at hann og konan altíð hava goldið skatt av tí, tey hava vunnið.

Síðan verður hann spurdur beinleiðis um felagið á Jomfrúoyggjunum, og tá reisist forsætisráðharrin og rýmir út.

Í 2013 varð Gunnlaugsson valdur til forsætisráðharra samstundis sum sera stór ónøgd var í Íslandi yvir útlendskar ognarar – kreditorar. Wintris var ein teirra, við milliónakravi móti teimum kollsigldu íslendsku bankunum. Tað kunnaði hann aldri um, hvørki fyri veljarunum ella fyri hinum fólkavaldu í Íslandi.

Upplýsingarnar stava frá innanhýsis skjølum, sum advokatfelagið í Panama, Mossack-Fonseca, hevur latið týska blaðnum Süddeutsche Zeitung, sum síðani hevur givið felagsskapinum fyri gravandi journalistum, International Consortium of Investigative Journalists (SCIJ) atgongd til skjølini eisini.