(Mynd: visir.is)

Sigmundur: - Eg leggi ikki frá mær

Ingi Samuelsen

04.04.2016 - 12:57

Tíðindi > Ísland

Íslendski forsætisráðharrin Sigmundur Davíð Gunnlaugsson hevur ongar ætlanir um at leggja frá sær orsaka av rumblinum, ið er uppstaðið eftir at tað í gjár kom fram, at hann hevur haft tætt tilknýti til eitt felag, ið er skrásett í skattaskjóli uttanlands, og sum hevur havt krav mótvegis kollsigldum íslendskum bankum.

Í eini samrøðu við Stöð2 um middagsleitið bað Sigmundur Davíð um umbering fyri, at hann ikki framstóð so heppið í samrøðuni, ið varð send í íslendskum sjónvarpi í gjár.

- Ein forsætisráðharri skal altíð vera fyrireikaður upp á alskyns spurningar. Eg trúði, at eg varð spurdur í einum heilt aðrari samrøðu, og var ikki greiður yvir, hvagar journalisturin vildi, tá hann spurdi um skattaskjól, segði forsætisráðharrin.

Trýstið mótvegis forsætisráðharranum er økt síðan samrøðan varð send í sjónvarpinum. Yvir 20.000 íslendingar hava skrivað undir eitt krav, sum heitir á hann um at leggja frá sær.

Andstøðan ynskir nýval og arbeiðir við at leggja fram eitt uppskot um misálit fyri Altingið.

Men Sigmundur Dávið Gunnlaugsson hevur ongar ætlanir um at leggja frá sær.

- Stjórnin arbeiðir við fleiri týðandi málum, og tey mugu vit avgreiða fyrst. Tað hevur týdning fyri alt fólkið, segði hann. Hann vísti eisini aftur at fara frá fyribils, um so er, at Altingið setir niður eina nevnd at kanna málið nærri, skrivar norska Aftenbladet.