(Mynd: svimjing.com)

Signa Vár silvurskrýdd heim úr Malmö



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

12.02.2018 - 09:51

Ítróttur > Ítróttur > Svimjing

Føroyski parasportsvimjarin, Signa Vár Dávadóttir, kemur silvurskrýdd heimaftur úr altjóða svimjikappingini Malmö Open.

Úrtøkan gjørdist fýra silvurheiðursmerki og eitt bronsu. Hon varð tilmeldað í fimm kappingum, og fekk heiðursmerki í øllum fimm. Kappingin var bólkabýtt. Signa Vár ber brekið autisma, og kappast innan bólkin, sum eitur S14, skrivar svimjing.com.

Tíðirnar hjá henni í Malmö vóru hesar: 200 frí 02:41.38 (2), 400 frí 05:35.53 (2), 200 blandað 03:04.46 (3), 50 firvald 00:37.52 (2) og 100 rygg 01:24.55 (2 og nýtt persónligt met).

Hinir føroysku svimjararnir Ábraham Norðgerð, Ári Müller og Laura Jansdóttir Johannesen, kláraðu seg yvirhøvur eisini heilt væl, og gjørdu sær góðar royndir í tí at fara avstað til stórar kappingar. Ferðalagið hjá Parasport Føroyar kemur heimaftur í kvøld.