Mynd frá í fjør, tá Signar í Homrum spældi leygardag á stór palli (Mynd: Jens Kr. Vang)

Signar og Kim á Summar Festivalin

Tíðindaskriv

17.05.2017 - 20:15

Mentan > Tónleikur > Festivalar

Tveir av størstu profilunum í føroyskum tónleiki spæla á Vágsbøi í august

Signar í Homrum og Kim Hansen spæla á Summar Festivalinum í august. Báðir teljast millum stóru profilarnar í føroyskum popptónleiki og hava skrivað og sungið eina langa røð av hittum.

Signar í Hormum og hansara menn hava havt nakrar minniligar framførslur á Summar Festivalinum gjøgnum árini. Teir hava spælt á trimum ymiskum pallum, og hesaferð verða teir at hoyra á stóra palli á Vágsbøi.

- Tað er nakað heilt serligt at spæla á Summar Festivalinum, har vit altíð hava verið so væl móttiknir, og vit gleða okkum til at spæla fyri teimum glaðu gestunum á festivalunum, sum vit hava havt so nógvar góðar løtur saman við, sigur Signar í Homrum.

Kim Hansen fer at spæla sum solistur á Vágsbøi leygardagin, og tá fer hann at tríva í teir frálíku sangirnar, sum hann gjøgnum árini hevur sungið og skrivað. Kim Hansen er ein av góðu vinunum hjá Summar Festivalinum, og fyrireikararnir fegnast um at kunna bjóða honum væl komnum aftur á landsins størsta tónleikatiltak.

Summar Festivalurin verður hildin í døgunum frá 10. til 12. august.