Savnsmynd frá oyggjaleikunum í Gotlandi 2017 (Mynd: Jens Kr. Vang)

Signhild setti nýtt føroyskt met um vikuskiftið



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Sverri Egholm

23.10.2017 - 16:55

Ítróttur > Ítróttur > Svimjing

Signhild Joensen framdi eitt satt bragd í leygarmorgunin, tá ið hon á Ægir-stevnuni í Klaksvík tvær ferðir setti nýtt met og juniormet í 100 metra ryggsvimjing fyri kvinnur. 

Fyrst við 1:00.32 í kappingini fyri einstaklingar, og síðani við at svimja 1:01.00 teir fyrstu 100 metrarnar rygg í liðsvimjingini 4x100 blandað. 

Signhild er nú bara 7 hundraðpartar frá kravtíðini 1:00.93 í 100 rygg til Evropameistarastevnuni á stuttgeil 2017, sum verður í Keypmannahavn nú í desember. Men tað er nú nokk ikki so farligt, við tað at hon longu á FM á stuttgeil í mars mánaða svam 2:10.11á dupulta teininum 200 rygg, har kravtíðin til EM á stuttgeil er 2:11.01.

Kravtíðirnar til NM 2017 er hon so logandi undir, sum eru 1:04.38 í 100 rygg og 2:18.42 í 200 rygg. Í fjør var hon enn junior í NM/NJM høpi, og kappaðist tí tá á NJM heldur enn NM, ogvann tá bronsuvið tá stórum føroyskum meti og juniormeti 2:11.53. Tá var NM/NJM í Kolding í Danmark, meðan tað nú í desember verður í Reykjavík í Íslandi, knappar 2 vikur áðrenn EM á stuttgeil.

Kelda: Svimjing.com