Sáman á Tjaldrarfløtti Olsen og hinir í Team Klaksvík vunnu í dag 32-28 í Kollafirði. (Mynd: Sverri Egholm/Savnsmynd)

Sigrar á útivølli til StÍF og Team Klaksvík

Agnar Frederiksen

25.02.2018 - 22:42

Ítróttur > Ítróttur > Hondbóltur
StÍF vann í dag 31-25 í Vestmanna, og samstundis vann Team Klaksvík við fýra málum í Kollafirði. FTZ-deildin fór á rull aftur í dag, og talan gjørdist um tveir útisigrar.

StÍF var omaná ímóti VÍF í Høllini í Vestmanna. Tað vóru seks mál á muni í hálvleikinum, og munurin við seinasta bríksl var eisini 6 mál. Útiliðið bygdi sær eina greiða leiðslu sum fyrri hálvleikur leið. VÍF kom innaftur í dystin, tá vestmenningar fingu fýra mál á rað í fyrru hálvu av 2.hálvleiki. Men heimaliðið kom ongantíð tættari enn tvey mál, og StÍF avgjørdi dystin teir seinastu minuttirnar. Ein heldur yvirraskandi sigur til StÍF, ið nú er á níggju stigum.

Í Kollafirði var eitt heldur skert Team Klaksvík lið á vitjan. Men klaksvíkingar megnaðu at fáa tvey stig við sær heimaftur. KÍF hevur havt eitt trupult kappingarár; liðið liggur aftast, og tað hava millum annað verið fleiri skaðar á liðnum í ár. Tað leikaði javnt á í fyrru hálvu av 1.hálvleiki, men so tók Team Klaksvík av álvara frá við seks málum á rað. Liðið skoraði heili 19 mál í fyrra hálvleiki. Kollfirðingar megnaðu ikki av álvara, at koma tætt uppá at fáa stig, og Team Klaksvík vann 32-28.

VÍF - StÍF 25-31(10-16)

Toppskjúttar: VÍF: Filip Jojic 12 mál; StÍF: Sveinur Justinussen 7 mál

KÍF - Team Klaksvík 28-32(13-19)

Toppskjúttar: KÍF: Hans Eli Sigurbjørnsson 10 mál; Team Klaksvík: Sakaris Ludvík Súnason 9 mál


Mikudagin(28/2) verður fult umfar í fremstu mansdeildini:

Team Klaksvík - StÍF
H71 - KÍF
Neistin - VÍF